- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsmenninir kastað frá sær
Eftir at hava roynt í 16 dagar, kastaðu semingsmenninir frá sær í gjárkvøldið.
Tí eru Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur har, sum tey vóru fyrst í desember, tá Pedagogfelagið sendi boð eftir Semingsstovninum. Semingsstovnurin metti ikki grundarlag vera fyri at leggja semingsuppskot fyri partarnar, og í gjárkvøldið boðaðu semingsmenninir frá, at teir góvust í hesum umfarinum.
Ikki verkfall í ár
Verkfall verður ikki fráboðað í ár, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, í tíðindaskrivi frá felagnum. Fyrst verða álitisfólkini kunnað. Síðani verður støða tikin til spurningin um verkfall beint eftir nýggjár.
- Vit vóru nú komin har til, at vit kundu ikki slaka meira í prinsipiellum viðurskiftum, sigur Maud Wang Hansen.
Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober, byrjaðu 28.august. Komið varð undir land 3.desember, men so blivu partarnir ósamdir um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til at rokna tær í prosentum av lønini.