Umboðsmaðurin verður eisini barnaumboð

Umboðsmaðurin verður eisini barnaumboð
Løgtingið samtykti einmælt at víðka arbeiðsøkið
Arbeiðsøkið hjá umboðsmanninum verður nú víðkað til eisini at verða barna- og ungdómsumboð
 
19.12.2013 - 09:15

Løgtingsins umboðsmaður verður nú eisini barna- og ungdómsumboð.

Tað hevur løgtingið einmælt samtykt.

Formansskapurin skeyt upp fyri tinginum at víðka heimildirnar hjá umboðsmanninum til eisini at fevna um privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum. Sett verður beinleiðis í lógina, at umboðsmaðurin skal tryggja og hava eftirlit við, at ST-barnasáttmálin verður settur í gildi, og hava eftirlit við barnarættindum, sum eru ásett í føroyskari lóg, til tess at lúka skyldurnar í sáttmálanum.

Vitja privatar stovnar og fosturheim

Týdningarmesta broytingin er, at umboðsmaðurin fær heimild at vitja privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum. Hetta er eitt nú galdandi fyri frískúlar, privatar bú- og umlættingarstovnar og fosturfamiljur, sambært barnaverndarlógini.

At víðka arbeiðsøkið hjá umboðsmanninum verður mett at kosta eina millión krónur næsta ár og 950.000 kr. í 2015 og næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737