- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka nú støðu til um semja skal roynast
Seinni í dag ella í seinasta lagi í morgin verður greitt, um Semingsstovnurin fær nakað burtur úr at royna at fáa semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Semingsmenninir tosaðu við Pedagogfelagið í gjár, og klokkan tíggju fyrrapartin skuldi fundur vera við arbeiðsgevararnar.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at seinni í dag ella í morgin verður greitt, um partarnir skriva undir sáttmála, ella Semingsstovnurin biður partarnar halda fram við samráðingunum uttan at Semingsstovnurin er við.
Pedagogfelagið bað fyri tveimum vikum síðani Semingsstovnin koma upp í samráðingarnar. Ósemja er um útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til at rokna tær í prosentum av lønini.