Skal vera í varðhaldinum fýra vikur afturat

Skal vera í varðhaldinum fýra vikur afturat
Tað er framvegis ikki loyvt at endurgeva úr rættinum frá tí, sum hendi í Marknalíð í Havn, tá ein 61 ára gamal maður doyði
Ein 61 ára gamal doyði av knívsstungu í húsunum Marknalíð 3 í Havn. Ein 68 ára gamal er skuldsettur í málinum
 
19.12.2013 - 14:29

Tað verður ein løta enn, áðrenn almenningurin fær at vita, hvat hendi í Marknalíð 3 í Havn mikukvøldið 20.november, tá ein 61 ára gamal maður varð funnin deyður í íbúð sínari. Aftur í dag avgjørdi Føroya rættur, at ikki er loyvt at endurgeva tað, sum verður sagt í rættinum um málið.

Ein 68 ára gamal maður, sum er skuldsettur fyri við harðskapi at hava elvt til, at tann 61 ára gamli maðurin doyði, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum í Mjørkadali.

Kravdi skuldsetta latnan leysan

Verjin, Jógvan Páll Lassen, kravdi, at maðurin varð latin leysur í dag. Hann kærdi tó ikki úrskurðin hjá rættinum. Ákærin, John Kølbæk, fúti, kravdi aftur í dag, at ikki er loyvt at endurgeva frá rættarfundinum, tí rætturin vil ikki viðgera málið fyri afturlatnum hurðum. Verjin mótmælti ikki.

Orsøkin til kravið er, at politiið er ikki liðugt at avhoyra øll vitnini. Og nøkur vitni skulu avhoyrast eina ferð afturat. Tá líkið av tí 61 ára gamla manninum var kannað, varð staðfest, at hann doyði av knívsstungu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977