- Tíðindi, mentan og ítróttur
Realurin krevur Ednu á tvingsilssølu
Realurin hevur biðið Fútarættin selja trolaran Ednu á tvingsilsuppboði.
Realurin hevur fyrsta veðrætt í skipinum, slakar sjey milliónir krónur. Realurin og EIK hava annan veðrætt. Hjá Realinum er kravið slakar fimm milliónir. Pantið hjá EIK er tríggjar milliónir krónur.
EIK hevur eisini triðja veðrætt, har er pantið fýra milliónir kr. Fiskimannafelagið hevur eisini eitt krav móti reiðaríinum. Tað er 1,4 mió. kr.
Á fyrireikandi tvingsilssølufundi í Fútarættinum 15.januar verða krøvini móti reiðaríinum løgd fram. Sjálv tvingsilssølan verður 29.januar. Edna er bygd á Skála í 1984. Smápartafelagið Undir Vørðuni í Havn eigur skipið. Skipið hevur ligið í Havn eina tíð.