Fyribils stjóri í Sjóvinnustýrinum

Fyribils stjóri í Sjóvinnustýrinum
Hans Jóhannes á Brúgv kann ikki vera stjóri á Strandferðsluni og Sjóvinnustýrinum í senn
Hans Johannes á Brúgv verður strandferðslustjóri til 7. januar
 
19.12.2013 - 08:01

Jákup Kristian Poulsen er fyribils settur sum stjóri í Sjóvinnustýrinum, meðan Hans Jóhannes á Brúgv er stjóri á Strandfaraskipum landsins.

Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður, í løgtinginum í gjár.

Sambært lógini um trygd á sjónum kann stjórin í Sjóvinnustýrinum ikki eisini vera stjóri á Strandferðsluni, tí Sjóvinnustýrið, sum umsitur skipaeftirlit, hevur eftirlit við strandfaraskipunum.

Jákup Kristian Poulsen er stjóri í Sjóvinnustýrinum til 7.januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737