Uttanlandsnevndin vil hava samráð um svarið

Uttanlandsnevndin vil hava samráð um svarið
Løgmaður og Jacob Vestergaard skulu í samráð í uttanlandsnevndini fyrrapartin í morgin. Nevndin fekk svarið til Damanaki, áðrenn tað varð sent
Jákup Mikkelsen er formaður í Uttanlandsnevndini
 
18.12.2013 - 10:04

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur biðið Jacob Vestergaard, landsstýrismann, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um at koma í samráð í morgin klokkan tíggju. Nevndin ætlar at spyrja um makrelsamráðingarnar og handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum og gerðarrættarmálini um tær.

Samráðið er so loyniligt, at nevndin almannakunnger heldur ikki spurningarnar, sum hon hevur sent landsstýrismanninum og løgmanni. Nevndin skrivaði spurningarnar í gjár.

Tað hevur ljóðað, at Uttanlandsnevdnin er misnøgd, tí Jacob Vestergaard ikki ráðførdi seg við hana, áðrenn hann svaraði Mariu Damanaki, sum í síðstu viku, hon var her, gav føroyingum eitt uppskot um, hvussu stóran part av makrelkvotuni, Føroyar eiga at fáa næsta ár.

Ongar viðmerkingar

Men Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini, hevur ongar viðmerkingar um tað ella um samráðið í morgin yvirhøvur. Hann sigur, at limirnir í Uttanlandsnevndini fingu avrit av svarinum hjá Jacob Vestergaard, áðrenn hann sendi tað til Brússel.

Jákup Mikkelsen sigur, at hann fekk svarið leygardagin. Jacob Vestergaard sendi svarið til Brússel sunnukvøldið. Jákup Mikkelsen vil ikki siga, um hann sendi landsstýrismanninum viðmerkingar um svarið, ella, um nevndin varð biðin um at gera viðmerkingar.

Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann hevur heimild at samráðast um makrel. Og tá hann hevur eitt úrslit, fer hann at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519