- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnin elvdi 70 skaðar á landsvegunum
Ódnin sunnudagin elvdi til nógvar skaðar á landsvegakervinum, hóast teir flestu eru smáir. Í flestu førum fingu skelti skaða, men eisini nøkur busskýlir brotnaðu, eins og bilverjur fóru um koll. Serliga var tað í norðara og eystara partinum av landinum, at vindmegin var mest, og hetta sæst eisini aftur á yvirlitinum yvir skaðar, sum eru staðfestir á landsvegakervinum.
Í Norðurøkinum hjá Landsverki, ið fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, eru einir 50 av teimum umleið 70 skaðunum staðfestir. Nógv teir flestu skaðarnir eru á skelti, men í nøkrum førum er talan um brotnaði busskýli, eins og onkrar bilverjur og garðar máttu lúta undir nógva vindinum.
Bøta skaðarnar
Hinir skaðarnir eru í høvuðsheitum hendir á landsvegakervinum í Streymoynni í Vágum, meðan vegakervið í Sandoy og Suðuroy so at siga er sloppið snikkaleyst.
- Fólk frá stovninum arbeiða við at bøta skaðarnar, men tað gongur ein tíð, til allir skaðarnir eru bøttir, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari í Norðurøkinum hjá Landsverki, sum er tað økið, ið er harðast rakt.