- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni uppsjóvarfiskur útfluttur
Hóast stórar kvotur av makreli og sild og svartkjaftafiskiskapur omaná, er útflutningurin av uppsjóvarfiski minkaður í ár.
Tað vísa dagførdu útflutningstølini hjá Hagstovuni.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski er 11 prosent minni í ár enn sama tíðarskeið í fjør. Munurin er enn størri, um hugt verður at søluvirðinum, tí í peningaligum virði er útflutningurin minkaður 16 prosent.
Uppsjóvarvirkini hava útflutt 153.307 tons av uppsjóvarfiski - 21.444 tons minni enn í fjør.
Meiri í Fuglafirði
Orsøkirnar eru helst fleiri, men sambært Poul Huus Sólstein, sølustjóra hjá Atlantic Pelagic, hava fleiri skip landað í Fuglafirði, og fleiri virkir hava eisini flutt fisk til Fuglafjarðar í ár.
Bannið, sum ES londini fyrr í ár settu fyri føroyskan uppsjóvarfisk, hevur helst eisini ávirkað.