- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið atkvøður um fíggjarlógina í dag
Løgtingið fer í dag at atkvøða um fíggjarlógina fyri 2014. Fíggjarlógin er seinasta málið á dagsskránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11.00.
Ein samd Fíggjarnevnd hevur nógv broytingaruppskot til uppskotið hjá landsstýrinum.
Harafturat hevur minnilutin, andstøðan, síni egnu broytingaruppskot. Í báðum førum verður hallið minni enn tær 250 milliónirnar, sum landsstýrið hevur í sínum uppskoti.
Við tí, sum Fíggjarnevndin er samd um, verður hallið 219 milliónir krónur í 2014. Sambært uppskotinum hjá andstøðuni og tí, sum Fíggjarnevndin er samd um, verður hallið 228,7 mió. kr.
Fíggjarnevndin heldur fast um, at í 2016 skal javnvág vera í fíggjarlógini.
Løgtingið skal eisini atkvøða um uppskotið hjá landsstýrinum um at minka rentustuðulin. Fíggjarnevndin mælir frá at samtykkja uppskotið, uttan tann partin, sum er um hámarkið fyri, hvussu nógvar rentur geva rentustuðul. Tað hámarkið lækkar so líðandi niður í 100.000 kr. í 2018.