- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Faðirleys skulu hava endurgjald
Faðirleys grønlendsk børn vilja hava endurgjald fra danska statinum. Tað stendur í eini lóg, sum fólkatingið skuldi viðgera hesa vikuna. Tað eru serliga, amerikanarar, danir og føroyingar, sum í 50unum og 60unum lótu fleiri túsund børn eftir seg í Grønlandi.
Grønlendsku børnini vilja nú hava at vita, hvør pápin er, og tað skal uppskotið, sum er lagt fyri fólkatingið, geva teimum loyvi til.
Men eftir ynski úr Grønlandi, er viðgerðin av uppskotinum útsett, tí grønlendsku polittikararnir vilja eisini hava í uppskotið, at børnini, sum ongan arv hava fingið, tí pápin er deyður, skulu fáa endurgjald.
Krav síðani 1938
Síðani í 1938 hava donsk børn havt krav um at kenna pápan. Tann rættin fingu grønlendsk børn ikki fyrr enn í 1963, og í norður- og eysturgrønlandi ikki fyrr enn í 1974.
- Vit halda, at staturin eigur at rinda teimum løgfrøðiliga faðirleysu endurgjald, tí tey ikki arva pápan. Eg havi ikki sett nakra upphædd á, men tað hevur týdning, at eitt ávíst endurgjald verður latið teimum, sum ikki arva, sigur Sara Olsvig, fólkatingslimur,og forkvinna í grønlandsnevndini hjá fólkatinginum.
Staturin skal rinda
Tida Ravn, sum er talskvinna hjá teimum sonevndu løgfrøðiliga faðirleysu sigur, at staturin eigur at rinda endurgjaldið.
- Vit vilja ikki at standa við einum endurgjaldskravi, mótvegis teimum familjum, har pápin eigur barn ella børn í Grønlandi, og sum kanska taka væl ímóti okkum, tá vit gera vart við okkum. Tað fer bara at hava størri trupulleikar við sær. Tí er neyðugt, at staturin rindar eitt endurgjald til fólk sum vilja tað, tí staturin hevur ikki hildið sína skyldu mótvegis hesum fólkum, sigur hon.
Einki tal finst um faðirleys í Gønlandi, men 5.000 børn hava verið nevnd, skrivar Kristiligt Dagblad.