- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog hevur selt flogfar fyri 6,5 milj.kr
Atlantsflog fekk 1,2 milliónir amerikanskar dollarar fyri gamla RJ-85 flogfarið, sum júst er selt til eitt kanadiskt felag. Hetta svarar til 6,5 milliónir krónur.
- 1,2 milliónir dollarar er tað sama, sum flogfarið varð virðismett á roknskapinum hjá okkum, og tí fer sølan als ikki at ávirka roknskapin fyri í ár, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog.
Talan er um eina sølu, sum hevur verið ætlað síðani nýggju Airbus flogførini komu, og tí fer sølan av gamla flogfarinum heldur ikki at broyta rutunetið hjá flogfelagnum, leggur stjórin afturat.
Fráboðað á børsinum
Jørgen Holme, stjóri, upplýsti í eini børsfráboðan í gjár, at kanadiska felagið North Cariboo hevur keypt gamla RJ-85 flogfarið.
Atlantsflog hevur nú bert eitt av teimum gomlu BAE Avro-flogførunum eftir.
Talan er um tað, ið nevnist RJ-100, og tað verður fyrst og fremst brúkt til íslandsflúgvingina. Umframt RJ-100 hevur Atlantsflog nú trý Airbus 319-flogfør í flotanum.
Ófriður í Egyptalandi ávírkar
Føroyska flogfelagið hevur fyrr harmast, at politiski ófriðurin í Egyptalandi gjørdi, at charteravtalan við danska felagið Atlantis Rejser ikki gjørdist so lønandi, sum upprunaliga ætlað.
- Flúgvingin á Egtyptalands heldur fram við teimum avmarkingum, sum komu eftir politiska ófriðin. Vit kunnu bara gleðast um, at tað tykist verða friðarligari í landinum, og at myndugleikarnir ikki longur ávara ímóti at ferðast til Egyptalands. Men um tað fær nakra ávirkan á flúgvingina hjá okkum, ber ikki til siga um enn, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi.