Løgreglan sóknast eftir vitni

Løgreglan sóknast eftir vitni
Í sambandi við drápsmálið í Vesturbýnum í Havn í 20. november, sóknast løgreglan eftir einum miðaldrandi manni
Løgreglan sóknast eftir einum manni, sum møguliga kann hava sæð okkurt í sambandi við drápsmálið
 
03.12.2013 - 15:07

Løgreglan sóknast nú eftir einum miðaldrandi manni, sum kann hava sæð okkurt uttan fyri Markalíð 3 í Havn, har ein maður varð stungin mikukvøldið 20. november.

Eitt vitni hevur greitt politinum frá, at hon hetta kvøldið um 10-tíðina møtti hesum manninum á niðaru gongubreytini á Marknagilsvegnum. Kvinnan gekk út eftir, meðan maðurin, sum sóknast verður eftir, rann á gongubreytini heim eftir Marknagilsvegnum.

Maðurin sigst hava verið í vetrarjakka og vanligum klæðum, og politið vil fegin hava samband við henda mannin fyri at vita, um hann kann hava sæð okkurt, tá hann rann fram við gerningsstaðnum hetta kvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977