- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ekstrablaðið: Kvinna ákærd í málinum um Minnu
Ein 49 ára gomul kvinna er ákærd í málinum um 48 ára gomlu Minnu Dahl Michelsen úr Havn, sum varð funnin deyð í einum mýrulendi 30. juli í ár í Nykøbing Falster í Danmark. Tað skrivar Ekstrablaðið.
Sambært ákæruritinum hevði 49 ára gamla kvinnan kunnað hjálp Minnu Dahl Michelsen úr mýrulendinum, men hon var farin frá Minnu, sum eina viku seinni varð funnin deyð. Sambært ákæruritinum, gingu tær báðar í økinum náttina til 21. juli í ár, og síðani er Minna Michelsen vorðin føst í mýrulendinum.
Sambært ákæruritinum var tað týðuligt, at Minna var í vanda, men at kvinnan kortini fór frá henni. Minna Michelsen doyði av tosta og kulda.
Ákærd í øðrum málum
49 ára gamla kvinnan er frammanundan ákærd fyri harðskap og stuldur og fyri at terrorisera familjur í Lollandi. Hetta hendi alt, áðrenn Minna hvarv. Kvinnan hevur verið í donskum fjølmiðlum og tosa um ákærunar, og í samrøðu við Ekstrablaðið segði hon, at tá hon er undir trýsti, verður hon óð, men hon sigur:
- Eg verði ikki so óð, at eg fái hug at stjala ella gera herverk.
Minna Dahl Michelsen búði á einum heimi fyri sálarsjúk. Løgreglan segði tá, at eingi tekin vóru um, at Minna ynskti at doyggja.