Eingin bensinstøð í Hoyvík

Eingin bensinstøð í Hoyvík
Býráðið hálsaði um, og Effo sleppur tí ikki byggja bensinstøðina
 
29.11.2013 - 08:01

Hoyvíkingar fáa onga bensinstøð á økinum við Vegin Langa, millum Per Mohrs gøtu og Djúpagilsveg.

Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið ikki at geva frávik í byggisamtyktini fyri økið fyri at loyva oljufelagnum Effo at byggja bensinstøð har.

Á býráðsfundi 16. september var annars við stórum meiriluta samtykt at selja oljufelagnum økið við teirri treyt, at frávik seinni vórðu gjørd í byggisamtyktini.

104 móttmælisskriv

Tá var tað bert ein býráðslimur, Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, sum atkvøddi ímóti.

Síðani hevur kommunan fingið mótmælisskriv við 104 undirskriftum frá grannunum í økinum, sum eru ímóti, at bensinstøð verður bygd har.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið tók eitt samt býráð undir við tilmælinum frá meirilutanum í vinnunevndini um ikki at broyta byggisamtyktina fyri økið, og sostatt heldur ikki selja oljufelagnum Effo grundstykkið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117