- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúvoyarskipið: Eykajáttanin endaliga samtykt
Løgtingið hevur endaliga samtykt eykajáttanina at keypa skip, sum skal avloysa Sildberan á skúvoyarleiðini. Landsstýrið bað um tríggjar milliónir krónur í ár at keypa skipið, sýna botnin og at taka tað heim til Føroya. Peningurin verður tikin av játtanini til nýtt nólsoyarskip.
Ferjan, sum skal avloysa Sildberan, er bygd í 1994. Hon tekur 30-36 fólk og fimm tons av farmi.
Skal uppstigast
Á fíggjarlógini næsta ár verður biðið um at fáa hálva fjórðu millión krónur at umbyggja og uppstiga skipið, so tað lýkur øll klassakrøv. M.a. skal skipið hava nýggjan motor og nýggjan krana, og tað skal eisini sandblásast.
At keypa og uppstiga skipið fer sostatt at kosta hálva sjeyndu millión krónur. Gongst sum ætlað verður ferjan sett í sigling í vár.
Øll 26 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri, tá eykajáttanin var til triðju og endaliga viðgerð fyrrapartin.