Løgreglan leitar eftir vitnum í drápsmáli

Løgreglan leitar eftir vitnum í drápsmáli
Løgreglan steðgaði øllum bilum, sum koyrdu eftir Svalbardsvegnum og Marknagilsvegnum í gjárkvøldið
 
28.11.2013 - 10:32

Løgreglan vil frætta fólki, sum hava eygleitt gerningsstaðið, Marknalíð 3 í Havn, har ein 61 ára gamal maður doyði, tá hann varð stungin í bringuna fyri eini viku síðani.

í gjárkvøldið steðgaði løgreglan øllum bilum, sum koyrdu eftir Svalbardsvegnum og Marknagilsvegnum frá klokkan 20 til 23 - sama tíðarbil, sum maðurin varð stungin mikukvøldið 20. november. Løgreglan vildi hava at vita frá bilførarunum, um teir eisini henda dagin fyri viku síðani koyrdu fram við staðnum, har hendingin var.

Kriminalløgreglan sigur, at hon fer at tosa nærri við onkran av bilførarunum, sum vórðu steðgaðir í gjárkvøldið.

Ein 68 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í málinum. Hann er fyrstu syftu skuldsettur fyri mannadráp og í øðrum lagi fyri harðskap, sum hevði við sær, at tann 61 ára gamli doyði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977