Sonni Ragnar millum teir bestu í Superliguni

Sonni Ragnar millum teir bestu í Superliguni
Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, er komin á vikuliðið fyri 16.umfar í Superliguni. Ein spennandi leikari heldur Grønkjær
Mynd: fcm.dk  
 
26.11.2013 - 08:56

Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, spældi allan dystin móti Brøndby í sekstanda umfari, og hann kláraði seg so mikið væl, at hann er komin á vikuliðið, sum TV3 Sport velur eftir hvørt umfar.

Fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Jesper Grønkjær, er viðmerkjari hjá TV3 Sport og hann hevur sett liðið, sum hevur Sonna Ragnar í miðverjuni.

Jesper Grønkjær heldur, at Sonni Ragnar Nattestad er ein spennandi leikari:

Nattestad er ein leikari, sum er komin í Superliguna úr næstbestu føroysku deildini. Hann umboðar tað sum FC Midtjylland vil. Felagið vil finna ungar leikarar, sum kunnu seljast víðari, og hesin er ein sum kann seljast, Sigur Jesper Grønkjær um Sonna Ragnar Nattestad.

Vikuliðið frá sekstanda umfari í Superliguni kann síggjast her, og tað ber eisini til at hoyra viðmerkingarnar hjá Grønkjær um Sonna Ragnar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772