Miðflokkurin og Framsókn hava ótrúgvar veljarar

Miðflokkurin og Framsókn hava ótrúgvar veljarar
Meiri enn ein triðingur av veljarunum hjá Miðflokkinum og Framsókn høvdu sett kross fyri aðrar flokkar, var val nú
36 prosent av teimum, sum valdu Miðflokkin seinast, høvdu valt annan flokk, var val nú, vísir veljarakanningin
 
26.11.2013 - 10:06

Tey, sum valdu Miðflokkin og Framsókn á seinasta løgtingsvali, eru tey, sum eru mest sinnað at velja aðrar flokkar, var val nú.

Veljarakanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, vísir, at 36 prosent, sum valdu Miðflokkin seinast, høvdu valt annan flokk, og 37 prosent, sum valdu Framsókn, høvdu valt annan flokk hesaferð.

16 prosent av teimum, sum valdu Framsókn seinast, høvdu valt Sambandsflokkin, og 11 prosent høvdu valt Fólkaflokkin, var val nú.

Veljarar hjá Miðflokkinum høvdu valt fleiri aðrar flokkar. Kanningin vísir, at 13 prosent høvdu valt Tjóðveldi, níggju prosent Fólkaflokkin, og 15 prosent høvdu valt Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Framsókn.

Kanningin vísir, at Miðflokkurin og Framsókn høvdu aftur fingið tveir tingsessir í part, var løgtingsval nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184106
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095