Kanningar í drápsmálinum halda fram

Kanningar í drápsmálinum halda fram
Ein 68 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, eftir at ein 61 ára gamal maður mikukvøldið varð funnin deyður í Havn
Kriminalteknisku kanningarnar í húsunum í Marknalíð í Havn halda í dag fram, eftir at ein 61 ára gamal maður varð funnin deyður mikukvøldið
Mynd: kvf.fo  
 
22.11.2013 - 07:54

Kriminalteknisku kanningarnar í drápsmálinum í Marknalíð í Havn eru ikki lidnar og halda fram í dag, eins og rættarlæknaliga líkskoðanin og obduktiónin eisini verða í dag.

SÍ EISINI Skuldsettur fyri at hava stungið við knívi

Ein 68 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skuldsettur fyri at hava beint fyri einum 61 ára gomlum manni.

Rættarfundurin var ikki fyri afturlatnum hurðum, men rætturin settur referatforboð. Varhaldsfongslaði maðurin noktar seg sekan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV