Føroyskir svimjarar smurdu alt av

Føroyskir svimjarar smurdu alt av
Pál Joensen vann gull og Alvi Joensen silvur í 800 metra frísvimjingini í Danmarkarmeistarakappingini
Pál Joensen hevur vunnið gull í DM-kappingini
 
15.11.2013 - 17:42

Føroysku svimjararnir gera aftur í dag um seg í Danmarkarmeistarakappingini í Gladsaxe.

Pál Joensen vann 800 frí finaluna sannførandi. Pál kom á mál við tíðini 7.44.49. Silvurið fór eisini til ein føroying. Alvi Hjelm bleiv nummar tvey við tíðini 8.08.37. Tíðin hjá Alva var so mikið skjót, at hann eisini tryggjaði sær gull í juniorkappingini.

Alvi Joensen setti nýtt persónligt met. Skjótasta tíðin hjá honum áðrenn í dag var 8.20.33.

Pál Joensen hevur svomið skjótari. Skjótasta tíðin hjá Páli á 800 metra teininum er 7.36.24. Tað tíðina setti hann í landsdystinum móti USA í 2011.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447