CIP-sáttmálin framvegis loyniligur

bannari
CIP-sáttmálin framvegis loyniligur
Løgmaður hevur spurt Fíggjarmálaráðið, hví innlit ikki verður latið í sáttmálan. Fíggjarmálaráðið hevur arvað sáttmálan úr Innlendismálaráðnum
 
04.11.2013 - 07:40

CIP-sáttmálin er líka loyniligur enn, hóast tunnilsmálið er flutt í Fíggjarmálaráðið. Innlit verður ikki latið í sáttmálan, heldur ikki í partar av honum.

Tað fekk løgmaður at vita frá Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin.

Við at brúka regluna í stýriskipanarlógini um eftirlit við landsstýrisfólkunum hevur Løgmansskrivstovan spurt Fíggjarmálaráðið, sum hevur arvað tunnilsmálið, hví innlit ikki verður latið í uppskotið um sáttmála millum Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðið.

Løgmansskrivstovan spyr, á hvønn hátt fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna ítøkiliga verða í vanda fyri at verða verri fyri, um sáttmálin verður almennur. Løgmansskrivstovan spyr eisini Fíggjarmálaráðið, um tað fer at spyrja CIP, hvat í sáttmálanum skal verjast móti innliti.

Hava heimild at nokta

Fíggjarmálaráðið svarar, at heimild er í lógini um innlit í almennu fyrisitingina at nokta. Avtalan við CIP um tagnarskyldu er ikki orsøkin til, at innlit ikki fæst í uppskotið um sáttmálan um Eysturoyartunnilin.

Sambært innlitslógini kann rætturin til skjalainnlit avmarkast, tá neyðugt er at verja fíggjarlig áhugamál og vinnuvirksemi hjá tí almenna. Og tá samráðingarstøðan hjá tí almenna skal verjast. Tí avgjørdi Innlendismálaráðið ikki at geva innlit yvirhøvur. Og tann avgerðin stendur við, sigur Fíggjarmálaráðið nú.

Um skjølini viðvíkjandi sáttmálanum verða útflýggjað, áðrenn politisk støða er tikin um hann og samstarvsavtaluna við CIP, kann landsstýrið missa einasta privata íleggjara, sum vil fíggja Eysturoyartunnilin.

Álítandi samstarvspartur

Eisini er serliga vandi fyri, at landsstýrið í framtíðini ikki verður mett at vera álítandi samstarvspartur, um tílík skjøl verða útflýggjað, áðrenn samráðingarnar eru lidnar, segði Innlendismálaráðið. Og tað sama sigur Fíggjarmálaráðið.

Ein annar spurningur er fíggjarligi missurin hjá CIP, um innlit verður latið í sáttmálan ella partar av honum. Fíggjarmálaráðið spurdi CIP um tað.

Eftir at hava lisið svarið frá CIP, er niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum, at Copenhagen Infrastructure Partners hevur ikki ítøkiliga gjørt sannlíkt, at útflýggjan av tilfarinum hevði elvt til vanda fyri fíggjarligum missi hjá CIP.  CIP svarar bara, at sambært avtalu millum landsstýrið og CIP tann 2.mai í ár er alt tilfar í trúnaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737