Innbrotini fækkað seinastu árini

Innbrotini fækkað seinastu árini
Ein orsøk er helst, at færri handlar liggja inni við reiðum peningi, heldur leiðarin á kriminaldeildini
 
29.10.2013 - 15:13

Færri fráboðanir eru um innbrot í dag enn fyri 18 árum síðani. Tað vísa tøl frá Hagstovuni.

Ein orsøk kann vera, at færri handlar liggja inni við reiðum peningi í dag, heldur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá Politiinum.

Í yvirlitinum frá Hagstovuni sæst, at 142 fráboðanir um innbrot vóru í 1995, meðan bert 40 fráboðanir um innbrot vóru í 2012.

Yvirlitið vísir, at fráboðaninar eru støðugt fækkaðar síðani í 1995.

Bergleif Brimvík leiðari á kriminaldeildini hjá politinum sigur, at tað er torført at siga við vissu, hví færri fráboðanir eru um innbrot nú, enn fyri nøkrum árum síðani.

Hann heldur eina orsøk vera, at færri handlar liggja inni við nógvum reiðum peningi í dag enn fyri nøkrum árum síðani, tí fleiri nýta kort at gjalda við.

Innbrot verða ofta framd fyri at fáa hendur á reiðan pening, millum annað til rúsevni, og tí er tað kanska minni áhugavert at bróta inn í handlar, um ongin reiður peningur er at fáa hendur á.

Eisini vísur Bergleif Brimvík á, at politiið seinastu árini hevur gjørt nógv við at greiða skúlabørnum frá, hvørjar fylgir tað kann hava, um revsiváttanin ikki er rein.

Og hetta kann eisini verða ein orsøk til, at færri bróta inn í dag.

Bergleif Brimvík sigur eisini, at politiið hevur fingið betri útgerð til at greiða mál, enn fyri nøkrum árum síðani.

DNA-royndir gera tað millum annað lættari at finna innbrotsfólkini, sigur hann. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977