Venjing í Norðoyatunlinum gekk væl

Venjing í Norðoyatunlinum gekk væl
Eitt av endamálinum við tilbúgvingini er at hava eina stóra venjing í undirsjóvartunlunum fimtahvørt ár
 
23.10.2013 - 09:05

Í gjárkvøldið var stór venjing í Norðoyatunlinum.

Tá tunlarnir vórðu bygdir, Vágatunnilin í 2002 og Norðoyatunnilin í 2006, varð ein tilbúgvingarætlan gjørd fyri tunlarnar, og ábyrgdin varð býtt ímillum ymsar partar.

Tað eru javnan smærri venjingar í tunlunum, sum sløkkiliðini sjálvi skipa fyri, og 5. hvørt ár liggur so í ætlanini at hava eina stórvenjing, sum hana í gjárkvøldið, skrivar stjórin, Uni Danielsen í tíðindaskrivi.

- Tá vit skipa fyri eini venjing, vilja vit royna tey viðurskiftini, sum kunnu bjarga menniskjalívum og minka sum mest um skaðarnar.

Eisini er ætlanin við eini slíkari venjing at royna teknisku útgerðina.

-Vit hoyra av og á um óhapp í tunlum uttanlands, í Noreg, Schweitz , Eysturríki o.a., summi óhapp við vanlukkuligum fylgjum.

- Hesum óhappum læra vit eisini av, og royna alla tíðina at betra okkum, og rætta okkara tilbúgvingarætlan eftir hesum.

- Venjingin í gjárkvøldið, gekk út uppá at 2 akfør høvdu rent saman niðri á botninum í tunlinum, og ein bilur hevði rent á við tunnilsmunnan Leirvíksmegin. Fleiri fólk vóðru skadd.

Komandi dagarnar verður venjingin eftirmett og sammett við tilbúgvingarætlanina, og er tørvur at gera tillagingar, verða hesar gjørdar.

Venjingin gekk væl, og vit kunnu fegnast um, at vit hava sløkkilið, sjúkraflutningstænastu, løgreglu og mong onnur, sum eru skjót á skaðastaðnum og loysa uppgávurnar væl, tá óhapp henda, sigur Uni Danielsen í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982