- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálasamráðingarnar hjá lærarunum komnar undir land
Samráðingarnar millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið eru komnar undir land.
Í morgin fer nevndin í Lærarafelagnum at taka støðu til uppskotið um nýggjan tvey ára sáttmála.
Sambært Skúlablaðnum vóru karmarnir um sáttmálan givnir frammanundan, tí onnur fakfeløg hava gjørt sáttmálar til 1.oktober 2015.
- Vit hava ikki sett órímilig krøv. Og vit vilja ikki brúka orku uppá at billa limunum inn, at tað ber til at fáa annað og meiri enn hini feløgini hava fingið, tá vit hugsa um politisku raðfestingarnar, og um, hvussu hugburðurin hjá landsins leiðslu er, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.
Tað er tó spell, heldur formaðurin í Lærarafelagnum, at samráðingarnar bara eru um krónur og oyru.
- Um Mentamálaráðið var virknari í samráðingunum, so høvdu samráðingarnar verið eitt gylt høvi at fingið semju um dagføringar og ábøtur í fólkaskúlanum, eisini ábøtur, sum tað als ikki er rímiligt at krevja skulu gjaldast av lønarkarminum hjá lærarunum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið.
Umframt tvey ára sáttmála verður avtalan um starvsvenjing, sum hevur verið galdandi síðan 2005, endurskoðað og undirskrivað av nýggjum.
Nýggi sáttmálin millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið er galdandi frá 1.oktober í ár og væntandi til 1.oktober 2015.