- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbúgvingar heldur enn hægri lestrarstuðul
Nevndin hevur viðgjørt og skrivað álit um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at geva teimum, sum lesa í Føroyum, størri stuðul.
Meirilutin vísir á, at nevndin fekk at vita, at stuðulin til lesandi í Føroyum er hægri ella í minsta lagi ájavnur við stuðulin í hinum Norðurlondunum, tó undantikið í Danmark.
Meirilutin ræðist fíggjarligu avleiðingarnar av at hækka lestrarstuðulin í Føroyum.
Samgongufólkini halda, at landsstýrið í staðin fyri eigur at finna pengar til fleiri útbúgvingar í Føroyum.
Tey halda eisini, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum fer at hækka játtanina til lestrarstuðul, uttan tó at gera stórvegis mun fyri tey lesandi, sum meirilutin skrivar í álitinum.
Meirilutin í Mentanarnevndini tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað.
Minnilutin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, tekur undir við uppskotinum.
Minnilutin vísir á, at í Danmark, hagar flestu føroyingar fara at lesa, fáa lesandi, sum eiga børn, alskyns stuðul, so sum dupultan SU-studning, leiguískoyti og barnakekk.
Hetta er tað, sum vit eru uppi í móti, sigur minnilutin.
Javnaðarflokkurin mælir til at hækka stuðulin hjá øllum lesandi í Føroyum 10 prosent 1.januar 2014, so hægri stuðilin fer upp í 4.110 kr. og tann lægri upp í 1.980 kr.
Broytingin kostar landskassanum 7,5 mió. kr. um árið.
Á tingfundinum í dag verður atkvøtt um uppskotið.