Kunnu myndir takast í rættinum uttan loyvi

Kunnu myndir takast í rættinum uttan loyvi
Eitt slíkt mál fer Føroya Rættur at viðgera í næstu viku
 
22.10.2013 - 09:23

Føroya rættur viðgerð í næstu viku eitt sakarmál móti einum manni, sum er ákærdur fyri at hava tikið myndir inni í Føroya Rætti uttan loyvi.

Hendingin fór fram fyri sløkum ári síðani, í sambandi við málið um horvna Dánjal Petur Hansen, - nevndur Piddi.

Maðurin, sum nú er ákærdur, var í rættinum tá, rættarfundurin var almennur, og tók myndir av dómara, verja, ákæra, ákærda, vitnum, familjuni hjá Pidda og av nevningunum.

Løgreglan gjørdi húsarannsóknir heima hjá manninum og legði hald á telduna hjá honum.

Kanningar vístu, at maðurin hevði sent Oyggjatíðindum eina mynd av nevningunum.

Myndin er tó ongantíð almannakunngjørd, men ákæruvaldið vil hava rættin staðfesta, at tað eisini er ólógligt at víðarisenda slíkar myndir, hóast myndin ikki er almannakunngjørd.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava hótt og ærumeitt ein deildarleiðara hjá Føroya Tele, sum varð innkallaður í málinum at tosa um fartelefon og antennuviðurskifti, so at staðfestast kundi, hvar Piddi var klokkan 18.34 tann 4. november í 2011, tá faretelefonin hjá honum fyri seinastu ferð hevði samband við eina antennu hjá Føroya Tele.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava smuglað vápn til Føroya.

Føroya rættur hevur sett av tríggjar dagar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982