Arvastrongurin hjá føroyingum verður longu lisin

Arvastrongurin hjá føroyingum verður longu lisin
Sigur verkætlanarleiðarin fyri FarGen verkætlanina, Bogi Eliasen, eftir atfinningarnar seinastu dagarnar
 
22.10.2013 - 10:12

"Lotte Hvas er ikki bert atfinningarsom ímóti FarGen verkætlanini. Hon er atfinningarsom ímóti ílegulesingum sum heild. Tað var hon eisini, tá hon var í Føroyum í vár. Og nú tykist hon at vera serliga atfinningarsom ímóti, at FarGen hevur ført fram, at við verkætlanini fylgja eisini arbeiðspláss og nýggj vitan til Føroyar".

Soleiðis sigur Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari fyri FarGen verkætlanina í tíðindaskrivi.

Lotte Hvas fanst fríggjadagin at føroysku ætlanini at skráseta arvastreingin hjá øllum føroyingum í blaðnum Kristeligt Dagblad.

Sambært tíðindaskrivinum frá Boga Eliasen, verkætlanarleiðara, er FarGen ikki fyrst at lesa allan arvastreingin hjá føroyingum.

Tað er sambært skrivinum umráðandi at vísa á, at tað longu eru verkætlanir í Føroyum, har arvastrongurin verður lisin. Víst verður m.a. á skizofreni verkætlanina, sum nú verður kalla iPsych verkætlanin. Har er Gunhild Isfeldt, lækni og forkvinna í Vísindasiðsemisnevndini, kliniskur ábyrgdarhavari, og August Wang ein av høvuðsgranskarunum.

Tey hava staðið fyri at lesa allan arvastreingin hjá umleið 100 føroyingum við álvarsomu sálarligu sjúkuni, skizofreni, skrivar Bogi Eliasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519