Sóllampur: Kunning er betri enn forboð

Sóllampur: Kunning er betri enn forboð
Føroya Arbeiðsgevarafelag ivast í um, um endamálið við lógini verður rokkið við forboði
 
18.10.2013 - 08:50

Kunning er nógv betri enn forboð. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur sagt landsstýrinum sína hugsan um ætlanina hjá Heilsumálaráðnum at forbjóða fólki yngri enn 18 ár at brúka solarium. Arbeiðsgevarafelagið ivast í, um endamálið við lógini, sum er at minka um tilburðirnar av krabbameini, verður rokkið við forboði.

Ein miðvís kunning til tey ungu og foreldur teirra hevði givið nógv betri úrslit, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Tað kann eisini hugsast, at einki eftirlit fer at geva lógini øvuta ávirkan. Tað verður spennandi at bróta reglurnar, ella fara fólk at fáa sær solarium heima við hús, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Solariumlóg á veg í tingið

Á nýggjárinum verður forboðið at selja fólki, sum eru yngri enn 18 ár, solariumsól til kosmetiskt endamál, sum tað stendur í lógaruppskotinum. Men loyvt verður framvegis at selja tíð undir sóllampum at viðgera sjúkur við. Ein solariumlóg er á veg í løgtingið. Uppskotið hevur verið til hoyringar.

Í føroysku krabbameinsætlanini, sum kom í 2009, verður mælt til forboð fyri at lata ung, yngri enn 18 ár, sleppa at brúka solarium.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095