- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norski Framburðsflokkurin stóra afturgongd
Norski Framburðsflokkurin hevur stóra afturgongd, vísir ein meiningakanning, sum er gjørd, nú nýggj norsk stjórn er skipað. Floksleiðarin og fíggjarmálaráðharrin, Siv Jensen, má viðurkenna, at afturgongdin hevði verið góð trý prosentstig, og at Framburðsflokkurin hevði fingið sløk 14 prosent av atkvøðunum, var val nú.
Á stórtingsvalinum fekk Framburðsflokkurin 16,3 prosent av atkvøðunum, og tað vóru næstan sjey prosentstig færri enn á valinum í 2009.
Ongan týdning
- Tað er ongantíð gott, at meiningakanningar vísa so stóra afturgongd, men tað hevur ikki so stóran týdning í løtuni, tí val hevur júst verið, sigur framsøgumaðurin hjá Framburðsflokkinum, Harald Nesvik.
Hóast afturgongdina, so hevur Framburðsflokkurin 29 tinglimir, og er triðstørsti flokkurin í stórtinginum. Hjá hinum flokkunum vísir meiningakanningin ikki stórvegis broyting síðani valið. Norski Javnaðarflokkurin, sum nú er í andstøðu, er størsti flokkur, og hevði fingið sløk 32 prosent av atkvøðunum, var væl nú. Høgri er næststørstur við 27 prosentum.