- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið endaliga flutt úr Vørðsluni
Kringvarpið endaliga flutt úr Vørðsluni
Í morgun varð sløkt og stongt á seinasta sinni í Vørðsluni í Havn, har sjónvarpið hevur hildið til síðani á heysti í 1983
Mynd: KvF
18.10.2013 - 14:05
Eitt tíðarskeið í føroyskari miðlasøgu endaði í morgun, tá Kringvarpið á seinasta sinni snaraði lykilin um í Vørðsluni í Havn, har sjónvarpið hevur hildið til síðani tað varð stovnað í 1983.
Bygningarnir hava seinastu 30 árini verið karmur um virksemi hjá fyrst Sjónvarpi Føroya, og, síðani samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi í 2005, hjá sjónvarpinum.
Í mai mánað varð miðvíst byrjað at savna starvsfólk og framleiðslu í Sortudíki, har alt virksemi hjá stovninum nú er savnað. Starvsmannafelagið hevur keypt høvuðsbygningin í Vørðsluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV