- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður føroyskt undirvísingartilfar talgilt

Slitnar bøkur, skræddar síður og krutl frá nógvum undanfarnum næmingum í bókum kann skjótt verða søga innan skúlagátt í Føroyum.

Tá skúlaklokkurnar ringja inn eftir summarfrítíðina, kunnu 7. floks og miðnámsskúlanæmingar, í staðin fyri at lata bøkurnar upp, tendra telduna.

Nám arbeiðir í løtuni við eini verkætlan, ið hevur til endamáls, at alt undirvísingartilfar í føroysku skúlaskipanini verður talgilt, sum frálíður.

Byrja við 7. flokkum og miðnámsskúlum

Arbeiðið at talgilda alt undirvísingartilfar til allar skúlaflokkar í føroysku skúlaskipanini er drúgt. So drúgt, at tað ikki kann bjóðast øllum samstundis.

Tí verður eftir summarfrítíðina byrjað við sjeyndu flokkunum í fólkaskúlanum og við miðnámsskúlunum í Føroyum. Tey verða tey fyrstu, ið fáa talgilt undirvísingartilfar.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/03/08/her-er-nyggja-talgilda-undirvisingartil... er nýggja talgilda undirvísingartilfarið

Sjeyndu flokkarnir fáa talgilt undirvísingartilfar í føroyskari søgu. Miðnámsskúlanæmingar hava longu fingið talgilt tilfar í enskum og eftir summarfrítíðina verður tað í føroyskum.

Stjórin á Námi hómar stórar møguleikar

Tað er ein risa avbjóðing, at talgilda alt undirvísingartilfarið innan føroyska skúlagátt, ið somuleiðis letur upp dyr, sum hevur stórar møguleikar við sær, heldur stjórin á Námi.

- Nú, tá tilfarið verður talgilt, kunnu vit gera tilfarið samvirkið, innseta livandi myndir og slóðir og næmingarnir kunnu fáa svar uppá uppgávur beinanvegin, sigur Magnus Tausen.

Harumframt verður tað lætt at dagføra undirvísingartilfarið. Tá Nám hevur gjørt neyðugar dagføringar í tilfarinum, sæst hetta eisini aftur hjá øllum næmingum.

Útlendskar loysnir koma Námi til góðar

Skipanir, ið Nám hevur fingið atgongd til, eru umfatandi og krevja nógva servitan, fígging og tíð. Tískil hevur Nám roynt samstarv við útlendskar veitarar.

- Tað verður eisini ein stór avbjóðing at flyta alt tað gamla tilfarið yvir á nýggju, talgildu pallarnar, har tilfarið skal liggja, sigur Magnus Tausen, stjóri á Námi.

- Í løtuni er ikki heilt greitt, hvussu vit gera til próvtøkurnar, men tað skulu vit so hava uppá pláss til ta tíð, ið er á sumri 2015, leggur stjórin á Námi afturat.