- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluvanlukka í Oyndarfirði kravt eitt mannalív

Klokkan 9:52 leygarmorgunin fekk politistøðin í Havn fráboðan um eina ferðsluvanlukku í Oyndarfirði, sum higartil hevur kravt eitt mannalív.

Ein 22 ára gamal maður varð í morgun funnin deyður á sjónum við Rættargjógv, tá bjargingarfólk komu á staðið, har bilurin er farin útav vegnum.

SÍ EISINI VIDEO: Óvissa um orsøk til ferðsluvanlukku

Kavarar, ið vórðu boðsendir til vanlukkustaðið, hava funnið vrakið av bilinum inni í Rættargjógv, umleið hálvan kilometur áðrenn komið verður til bygdina (sí kortið.)

Leita eftir 20 ára gomlum manni

- Vit hava orsøk at halda, at ein 20 ára gamal maður eisini var í bilinum, tá bilurin fór útav vegnum í gjónna, sigur Kristian Dahl, vakthavandi á politistøðini í Havn.

Kristian Dahl vil ikki koma nærri inn á, hví løgreglan heldur, at tann 20 ára gamli maðurin eisini var í bilinum, tá ferðsluvanlukkan hendi.

Báðir menninir - hann sum er funnin deyður og hann, leitað verður eftir - eru ættaðir úr Oyndarfirði, verður upplýst av politistøðini í Havn.

Umfatandi leiting á sjógvi og landi

Umfatandi leiting er farin fram við Rættargjógv og økið við gjónna, síðani ferðsluvanlukkan varð fráboðað leygarmorgunin klokkan 9:52.

- Nú er farið at skýma og leitingin er steðgað fyri í dag. Leitingin verður tikin upp aftur sunnudagin, tá tað ljósnar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristian Dahl.

Kavarar hava allan dag leitað á sjónum. Harumframt hava bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways og bjargingarfólk eisini leitað á sjógvi og landi eftir 20 ára gamla manninum.