- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarviðurskifti hjá politikarum í tinginum
Lønarviðurskiftini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum verða umrødd í tinginum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum fer at spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, hvat hann meinar við, tá løgmaður alment hevur boðað frá, at hóast hann sjálvur tekur undir við broytingum, so fær hann ikki meiriluta fyri broytingum í lønar- og eftirlønarviðurskiftunum og kostnaðarendurgjaldinum.
Hví hendir einki?
Rigmor Dam spyr eisini, hví eini hendir, hóast løgmaður hevur boðað frá broytingum. Og hon vil hava at vita, nær landsstýrið kemur við uppskoti um broytingar í lønarviðurskiftunum.
Lønarviðurskiftini hjá politikarunum verða ofta umrødd. Seinastu tíðina hevur serliga víst á, at landsstýrisfólk, sum tekur sæti á tingi, fær dupulta løn, so viðkomandi landsstýrisfólk fær landsstýrismannaløn í tríggjar ella seks mánaðir aftur at tingmannalønini.