Avlop kann ikki nýtast til sjúklingaviðgerð uttanlands

Avlop kann ikki nýtast til sjúklingaviðgerð uttanlands
Skrivarin hjá Fíggjarnevndini hevur gjørt vart við, at umbønin frá landsstýrinum samsvarar ikki við lógina
Hevur apoteksverkið avlop, skal avlopið fara í apoteksgrunnin, og tað kann ikki nýtast til annað, sigur skrivarin hjá fíggjarnevndini
 
16.09.2013 - 07:38

Eykajáttanaruppskotið er ikki í samsvari við galdandi lóggávu.

Tað er avgjørda niðurstøðan hjá skrivaranum hjá Fíggjarnevndini hjá løgtinginum um umbønina hjá landsstýrinum um 7,5 mió. kr. afturat í ár til sjúklingaviðgerðir uttanlands.

Landsstýrið ætlar at fíggja eykajáttanina við pengum hjá Apoteksverkinum, tí, sum Fíggjarmálaráðið sigur, so fer raksturin hjá Apoteksverkinum at hava vinning í ár. Men so einføld er loysnin ikki, sambært skrivaranum hjá Fíggjarnevndini.

Kunnu ikki nýta avlopið til annað

Hann gjørdi alt fyri eitt, løgtingið fekk uppskotið, vart við, at lógin um Apoteksverkið sigur, at avlopið frá apoteksrakstrinum fellur til Apoteksgrunnin. Tí ber ikki til at brúka avlopið til annað, eitt nú at gjalda fyri serviðgerðir uttanlands.

Fíggjarnevndin fekk málið eftir fyrstu viðgerð í tinginum, sum var fríggjadagin. Nevndin hevur ikki viðgjørt málið enn.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564