- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ vann á EBSTR/Skála
KÍ vann á EBSTR/Skála
KÍ vann sera týdningarmikla dystin móti EBSTR/Skála, og nú er KÍ aftur oddalið í fremstu kvinnudeildini
11.09.2013 - 22:38
Rannvá Andreasen hevur í mong ár verið besti spælarin í føroyskum kvinnufótbólti, og í kvøld prógvaði hon aftur, at hon er ein sera týdningarmikil leikari fyri KÍ.
Tað kom bara eitt mál í 1-0 sigrinum á EBSTR/Skála, og tí stóð Rannvá Andreasen fyri stutt fyri hálvleik.
EBSTR/Skála kom eisini til fleiri málmøguleikar. Stutt fyri leiklok vóru tær sera tætt við, men skotið bleiv bjargað á sjálvari mállinjuni.
KÍ er nú nýtt oddalið í fremstu kvinnukappingini, og nógv bendir á, at tær fara at vinna enn eitt FM
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV