Lærdi háskúlin í Keypmannahavn bestur í Norðurlondum

Lærdi háskúlin í Keypmannahavn bestur í Norðurlondum
Besta universitet í øllum heiminum er í Massachusetts
 
10.09.2013 - 14:22

Lærdi háskúlin í Keypmannahavn, Københavns Universitet, er besta universitet í Norðurlondum.

Tað heldur QS Word University Ranking, ið hevur gjørt ein lista yvir tey bestu universitetini í heiminum. Listin varð almannakunngjørdur í dag.

Lærdi háskúlin í Keypmannahavn er nummer 45 á listanum. Lærdi háskúlin í Lund í er nummar 67, í Helsinki nummar 69, í Uppsala nr. 79, í Oslo nr. 89 og Aarhus nr. 91.

Massachusetts á odda

Besta universitet í heiminum eru Massachusetts Instute of Tecnology, MIT, meðan Harvard University, eisini í USA, er næstbest.

Síðan koma fýra universitet í Bretlandi, University of Cambridge, University College London, UCL, Imperial College London og University of Oxford.

Av teimum 17 bestu universitetunum í heiminum eru øll uttan eitt amerikansk ella bretsk. Besta universitet uttan fyri USA og Bretland er tekniska ETH universitetið í Zürich í Sveis.

QS World University Rankings brúka akademiska umdømi og granskingarúrslit sum grundarlag fyri at meta um dygdina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835