- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir spyrja Føroyanevndina um samkynd í Føroyum
Eftir at hava roynt til fánýtis í nøkur ár at fingið svar bæði í Danmark og Føroyum, hevur LGBT Danmark vent sær til Føroyanevndina hjá fólkatinginum og gjørt vart við støðuna. Felagsskapurin vil hava at vita, hvørji rættindi samkynd, sum eru skrásett í parlagi í Danmark ella í Grønlandi, hava í Føroyum.
Men einki svar fæst, hvørki úr Føroyum ella Danmark, hóast nógvar ferðir er spurt. LGBT Danmark vil hava at vita, um skrásett parlag ella hjúnaband millum samkynd í Danmark verður viðurkent í Føroyum.
Tvígifta
Um til dømis ein maður, sum er í skrásettum parlagi ella hjúnabandi við manni í Danmark, fer til Føroya og giftist kvinnu her, gerst hann so sekur í bigamii, tvígiftu? spyr LGBT Danmark.
Um kvinnur í parlagi, har onnur eigur barn og hin ættleiðir barnið sum stjúkbarn, flyta til Føroya, hevur barnið so løgfrøðiliga bara eitt foreldur, er triði spurningurin, sum Føroyanevndin hjá fólkatinginum hevur fingið frá LGBT Danmark.