- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgjøldini givið 30 mió. kr. fleiri í landskassan
Inntøkurnar hjá landskassanum eru øktar nærum 30 milliónum krónur fyrstu átta mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Øktu inntøkurnar koma frá avgjøldum. Tað vísir ein uppgerð frá TAKS. Uppgerðin vísir eisini, at tað eru serliga skrásetingargjøldini av bilum og ferðaavgjøldini, ið eru vaksin í ár í samanborið í fjør.
Fleiri bilar
Tað merkir, at føroyingar keypa fleiri nýggjar bilar og ferðast meiri. Landskassin hevur fingið 17 milliónir krónur meira inn í skrásetingargjøldum av akførum enn sama tíðarskeið í fjør, meðan ferðaavgjaldið er økt hálva triðju millión sama tíðarskeið. Nærum 17 milliónir krónur fleiri eru komnar inn í meirvirðisgjøldum í ár.
Ein góð milliard í innflutningsgjøldum
At inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum eru hækkaðar, hevur eisini við sær, at inntøkurnar frá samlaðu innflutningsgjøldum eru vaksnar fyrstu átta mánaðirnar. Landskassin hevur higartil í ár fingið eina milliard og 31 milliónir krónur í ymiskum innflutningsgjøldum samanborið við eina millard og 16 milliónir í fjør.
Innflutningsgjøld eru punktgjøld, innflutningsmvg og tollavgjøld, meðan skrásetingargjald, ferðaavgjald, brennioljugjald og framleiðslugjald eru umsetningsgjøld.