Janus Rein fer upp í annan flokk í hesum árinum

Janus Rein fer upp í annan flokk í hesum árinum
Enn vil uttanflokkatingmaðurin ikki siga, hvønn flokk hann ætlar sær uppí, men Janus Rein fer neyvan at hjálpa andstøðuni at fáa sett kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá løgmanni í tunnilsmálinum
Janus Rein hevur verið uttanflokkatingmaður, síðani hann fór úr Framsókn
 
07.09.2013 - 11:55

Enn er ógreitt, um uttanflokkatingmaðurin, Janus Rein, verður partur av samgonguni, ella um hann fer upp í onkran av andstøðuflokkunum. Janus Rein sigur, at hann  ætlar sær upp í ein flokk. Hann vil ikki siga hvønn, men avgerðin verður tikin í hesum árinum.

Janus Rein varð upprunaliga valdur á ting fyri Framsókn, men í oktober í fjør avgjørdi at taka seg úr flokkinum og gerast uttanflokkatinglimur. Nógvar gitingar hava verið um, at Janus Rein ætlar sær upp í Fólkaflokkin, tað er ein av stóru samgonguflokkunum.

Kanningarstjóri

Í gjár segði Janus Rein, at hann fer neyvan at hjálpa andstøðuni at fáa sett ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá løgmanni í tunnilsmálinum. men at tað skal vera tekin um, at hann ætlar sær upp í Fólkaflokkin, vísir hann aftur.

Andstøðan hevur brúk fyri atkvøðuni hjá Janusi Rein, um hon skal kunna krevja ein kanningarstjóra. Grein 38, stykki 2, í stýrisskipanarlógini ásetur, at tveir fimtingar av løgtinginum kunnu krevja kanningarstjóra at kanna, um fyrisitingin hevur útint eitt ávíst mál á lógligan hátt. Tað merkir, at 14 tinglimir skulu atkvøða fyri at seta ein kanningarstjóra. Andstøðan telur 14 tilsamans tingfólk í løtuni. Og tí er atkvøðan hjá Janusi Rein neyðug fyri at fáa kanningarstjóra, um ikki andstøðan skal leita sær inn í samgonguna eftir neyðugu atkvøðuni.

Umrøða møguleikar

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði við Kringvarpið í gjár, at andstøðan tosar saman og umrøður møguleikarnar fyri misáliti ella kanningarstjóra. Men lítið samband tykist veramillum andstøðuflokkarnar og Janus Rein, uttanflokkatingmann. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564