Vilja hava størri stuðul til ættleiðing

Vilja hava størri stuðul til ættleiðing
Ættleiðingarfelagið vil eisini hava, at foreldur fáa stuðulin, áðrenn tey fáa barnið, so tey sleppa undan at leggja allar pengarnar út fyrst
Higartil í ár er bara latin stuðul til eina ættleiðing
Mynd: Savnsnmynd  
 
05.09.2013 - 09:29

Ættleiðingarfelagið vil hava størri stuðul til ættleiðingar.

Felagið ger vart við seg, nú Almannamálaráðið vil hava løgtingið at flyta pengar frá ættleiðingarstuðli til eldrarøkt, tí brúk er ikki fyri øllum stuðlinum í ár, tí so fáar ættleiðingar eru.

Higartil í ár er bara latin stuðul til eina ættleiðing. Orsøkin er langa bíðitíðin, men eisini, at tað er vorðið nógv dýrari at ættleiða, sigur Ættleiðingarfelagið.

75.000 kr.

Stuðulin er nú 75.000 kr. Tað kostar 154.100 kr. at ættleiða eitt barn. Harafturat koma nógvar aðrar útreiðslur, sigur Ættleiðingarfelagið í brævi til Fíggjarnevndina.

Tíðin er komin at endurskoða stuðulsskipanina og hækka stuðulin, ella gera tað heilt kostnaðarleyst at ættleiða børn, sigur Ættleiðingarfelagið.

Eisini eiga ættleiðingarforeldur at fáa stuðulin, áðrenn tey fáa barnið, so tey sleppa undan at leggja alla pengarnar út, tá tey ættleiða.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835