- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annette Vilhelmsen komin at vitja Anniku Olsen
Danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, er komin til Føroya at vitja Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.
Fyrrapartin í dag verður fundur millum landsstýriskvinnuna og almannamálaráðharran, har tær m.a. fara at umrøðu fráboðanarskyldu í barnaverndarmálum landanna millum, og um at seta á stovn eitt barnahús í Føroyum.
Til Klaksvíkar
Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har Klaksvíkar býráð tekur ímóti, og síðani verður vitjað á stovnum í Klaksvík. Eisini støkkur almannamálaráðharrin inn á gólvið hjá reiðarínum Hvalnes.
Fyrrapartin í morgin er fyrst embætisfundur á skránni, og síðani vitjar Annette Vilhelmsen stovnar í Havn.
Danska fylgið fer av stað aftur seinnapartin í morgin.