Fleiri arbeiðsleys fáa forsorgarhjálp

Fleiri arbeiðsleys fáa forsorgarhjálp
Í løtuni fáa 311 føroyingar forsorgarhjálp, tí teir eru arbeiðsleysir
311 føroyingar fáa forgarhjálp, tí teir eru arbeiðsleysir
 
04.09.2013 - 12:11

Hóast arbeiðsloysistølini falla í hesum døgum, fáa fleiri føroyingar forsorgarhjálp, tí teir eru arbeiðsleysir.

Eitt yvirlit, sum útvarpið hevur fingið frá Almannaverkinumi, vísir, at í juli mánaði fingu 311 føroyingar forsorgarhjálp, tí teir eru arbeiðsleysir. Sostatt vaks talið við 44 fólkum frá apríl til juli. Hetta er fyrstu ferð í 13 ár - síðani juni í 2000 - at talið er oman fyri 300.

Flestu í høvuðsstaðarøkinum

Síðani miðskeiðis í 2008 hevur talið av fólkum, sum fáa arbeiðsloysisforsorg, verið støðugt vaksandi, vísir uppgerðin. Av teimum 311 fólkunum, sum fáa arbeiðsloysisforsorg, eru 175 kvinnur og 136 menn. Tey flestu - 196 - koma úr høvuðsstaðarøkinum, 48 koma úr Norðoyggjum, 33 úr Eysturoy og eisini 33 úr Suðuroy.

Samlaðu arbeiðsloysistølini hava annars verið fallandi seinastu tíðina. Á heimasíðuni hjá Hagstovuni sæst, at talið av fulltíðararbeiðsleysum er fallið við 263 fólkum, úr 1601 niður í 1338, frá februar til juli í ár.

Hetta eru bæði tey, sum eru skrásett í ALS, og tey, sum fáa forsorgarhjálp gjøgnum Almannaverkið - eitt nú, tí at tey eru "dottin úr ALS", sum tey siga, tí arbeiðsloysisstuðulin fellur burtur til tey, sum hava verið í ALS-skipanini í tvey ár.

Fara eisini úr skipanini

Hóast talið á teimum, sum koma undir arbeiðsloysisforsorg, veksur, so eru tað eisini tey, sum fara úr hesi skipanini og út á arbeiðsmarknaðin. Frá apríl til juli í ár komu 100 fólk undir arbeiðsloysisforsorg. Bert 28 av hesum komu úr ALS.

Hini komu av ymsum orsøkum, eitt nú úr skúlaskipan, ella úr aðrari skipan undir almannaverkinum. Sama tíðarskeið fóru 56 fólk úr arbeiðsloysisforsorgini. Av hesum høvdu nógv tey flestu - 35 fólk - fingið arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823