- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngerðin um røktarheim verður ikki tikin aftur

Annika Olsen hevur ongar ætlanir um at taka aftur kunngerðina um røktarheim og eldrasambýli.
Í gjár heitti Kommunusamskipan Føroya á landsstýriskvinnuna um at taka kunngerðina aftur, tí kommunur kenna seg missa ræðisrættin yvir røktarheimini og sambýlini.
Í tíðindaskrivi sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, at tað er hennara greiða sannføring, at kunngerðin tryggjar eldru borgarunum í landinum eina betri skipan enn í dag, og tí verður kunngerðin ikki tikin aftur.
Landsuppgáva burturav
- Kommunur og sjálvsognarstovnar skulu hava í huga, at eldrarøktin er landsuppgáva burturav, og at tað á hvørjum ári vera játtaðar góðar 337 milliónir krónur til eldrarøktina.
Tað er sostatt landsmyndugleikin, sum rindar stórt sæð allan raksturin á teimum eldrasambýlum og røktarheimum, sum kommunur og sjálvsognarstovnar, eisini við góðum fíggjarligum stuðli frá landinum, hava latið bygt, sigur Annika Olsen í skrivinum.
