Kári noyðist helst at rinda eina millión

Kári noyðist helst at rinda eina millión
Rættarnevndin viðger framvegis tunnilsmálið, og álitið er ikki liðugt
Nógv bendir á, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, noyðist at flyta P/f Eysturoyartunlinum eina millión krónur sunnudagin
Mynd: KvF  
 
27.08.2013 - 09:58

Nógv bendir á, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, noyðist at flyta P/f Eysturoyartunlinum eina millión krónur sunnudagin.

Rættarnevndin er ikki liðug við tunnilsmálini enn. Nevndin hevði fund í gjár, men næsti fundur hjá nevndini er ikki ásettur. Hann verður møguliga í hesari vikuni, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini.

Ymisk viðurskifti kannast

Hon sigur, at álitið hjá nevndini er ikki liðugt. Ymisk viðurskifti eru at kanna, og nevndarlimir skulu eisini tosa við sínar flokkar um tey fimm lógaruppskotini um tunlar, sum nevndin hevur havt til viðgerðar síðani 6.august.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vil ikki siga so nógv um nevndararbeiðið. Í gjár fekk nevndin nøkur skjøl í trúnaði frá Innlendismálaráðnum, men tað var kortini ikki sáttmálin, sum ráðið og Copenhagen Infrastructure Partners hava gjørt.

Tingið ger lógina

Talan er um viðmerkingar til málið, sigur forkvinnan í Rættarnevndini. Hon endurtekur, at løgtingið ger lógina, og landsstýrismaðurin eigur sáttmálan. Lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard um privatan Eysturoyartunnil byggir á sáttmálan um tunnilin.

Spurd, um Rættarnevndin fer at koma við broytingaruppskotum, sum gera, at landsstýrismaðurin noyðist at fáa sáttmálan broyttan, hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir onga viðmerking.

Bíða eftir Rættarnevndini

Eingin løgtingsfundur er fráboðaður í hesari vikuni. Bíðað verður eftir álitinum frá Rættarnevndini, so onnur viðgerð kann vera. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann ætlar at skriva undir sáttmálan um Eysturoyartunnilin fyri 1.september, sum er sunnudagin.

Tað er komið undan kavi, at verður tað ikki gjørt, skal P/f Eysturoyartunnilin hava eina millión krónur úr landskassanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564