Marjun í Kálvalíð prestur í Vestmanna

Marjun í Kálvalíð prestur í Vestmanna
Nýggi presturin í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi verður prestvígd 15. september
Marjun í Kálvalíð verður nýggjur prestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi
 
26.08.2013 - 15:43

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Marjuna í Kálvalíð til kallið sum sóknarprestur við sæti í Vestmanna. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum staðfestir innstillingina, tá formligu viðurskiftini eru greidd.

Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni skrivar Jógvan Fríðriksson, bispur, at eftir ætlan verður Marjun í Kálvalíð prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 15. september.

Mikkjalsmessudag, 29. september, verður hon skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi við gudstænastuna í Vestmanna kirkju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835