Krøvini til fíggjargeiran møguliga herd

Krøvini til fíggjargeiran møguliga herd
Nýggi danski vinnumálaráðharrin, Henrik Sass Larsen, ætlar at herða krøvini fyri fíggjargeiran í danska ríkinum
Nýggi danski vinnumálaráðharrin, Henrik Sass Larsen, fer møguliga at herða krøvini til fíggjargeiran.
 
23.08.2013 - 11:22

- Eg er sannførdur um, at eftir fíggjarkreppuna skulu vit syrgja fyri at polstra bankarnar so væl, at teir ikki enda í nýggjum trupulleikum, tá ristingar aftur henda á fíggjarmarknaðinum, sigur Henrik Sass Larsen við Børsen.

Tað kann merkja, at danski vinnumálaráðharrin fer at fylgja ráðunum hjá sonevndu Sifi-nevndini, sum mælir til at herða krøvini fyri, hvussu nógvan tøkan pening og hvussu lágt gjaldføri hjá peningastovnunum í danska kongaríkinum kann vera.

Ringa móttøku
Tá Sifi-nevndin, sum danska Vinnumálaráðið hevur sett, kom við sínum tilmæli í mars, var tað alt annað enn væl móttikið í Fíggjarráðnum, hjá Danske Bank og millum báðar borgarligu flokkarnar, Konservativu og Vinstra.

Nú óttast borgarligu flokkarnir, at Henrik Sass Larsen fer at fylgja umstríddu tilmælunum uttan um borgarligu flokkarnar.

Truplar samráðingar
- Velur hann at gera avtalu um Sifi bara við Eindarlistan, so hevur hann ta avbjóðing, at vit ikki ynskja at gera avtalur við hann á fíggjarliga økinum, sigur Brian Mikkelsen, framsøgufólk hjá Konsverativu í vinnumálum.
Framsøgufólkið hjá Vinstra, Kim Andersen, er samdur við starvsfelaganum úr Konservativu.

Bæði fíggjarráðið og Danske Bank vilja vera við, at tað fer at oyðileggja geiran at herða krøvini fyri tøkum peningi og gjaldføri hjá peningastovnunum, um ikki tað sama verður gjørt í hinum ES-londunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109