- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útnorðurráðið átalar harðliga ES
Útnorðurráðið hevur ársfund í Grønlandi í hesum døgum. Ráðið sigur, at mátin, sum ES hevur valt, ikki kann góðtakast í altjóða samstarvi.
Ráðið mótmælir, at ES hevur valt at brúka sína stødd og styrki at hótta smáar friðarliga grannar sum partur í eini samráðingartilgongd.
Hetta hóast tað er ávíst - eitt nú av norskum havfrøðingum - at makrelstovnurin er vorðin so stórur, at hann er vorðin ein umhvørvistrupulleiki.
Veðurlagsbroytingar
Orsøkin til at makrelstovnurin er vorðin ein umhvørvistrupulleik eru veðurlagsbroytingarnar seinastu árini. Útnorðurráðið mælir strandalondunum at finna fram til eina samráðingarloysn og at gevast við at hótta hvønn annan.
Útnorðurráðið vísir á, at vit fyrr hava upplivað avleiðingarnar av ES-tiltøkum móti smáum samfeløgum í útnorði. Til dømis innflutningsbannið av kópaúrdráttum.
Bannið hevði stóra ávirkan á fleiri smærri veiðisamfeløg í Grønlandi - eisini hóast undantak varð gjørt fyri Inuitt-fólkini.
Áheitan á Noreg
Útnorðurráðið heitir á Noreg at stuðla Føroyum og Íslandi og taka frástøðu frá framgangsháttinum hjá ES. Útnorðurráðið harmast um, at norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, hevur sagt seg stuðla tiltøkunum móti Føroyum, og at Noreg umhugsar at seta somu tiltøk í verk.
Útnorðurráðið heitir á norsku stjórnina at taka hetta upp til nýggja støðutakan. Eisini heitir Útnorðurráðið á Norðurlandaráðið at taka upp málið og stuðla Føroyum og Íslandi.
Í Útnorðurráðnum sita fólkavald umboð fyri tingini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.