- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-handilsforðingar í Føroyanevndini í dag
Á middegi okkara tíð fara Morten Bødskov, løgmálaráðharri, og Karen Hækkerup, matvøruráðharri, at svara spurningum í almennum samráði í Føroyanevndini hjá fólkatinginum.
Søren Espersen í Danska fólkaflokkinum, og limur í Føroyanevndini, hevur sett ráðharrunum níggju spurningar, sum ráðharrarnir skulu svara í samráðnum í dag.
Heimastýrislógin og Grundlógin
Løgmálaráðharrin er spurdur, hvussu revsiatgerðir móti Føroyum kunnu vera í samsvari við grundlógina og heimastýrislógina ,og um hann er samdur við løgmann, tá løgmaður sigur, at tiltøkini hjá ES leggja stórt trýst á ríkisfelagsskapin.
Nýggi matvøruráðharrin, Karen Hækkerup, er millum annað spurd, hvør støða Danmarkar verður í ES, um danska stjórnin noktar at vera við í tiltøkunum móti Føroyum og, hví Danmark atkvøddi móti tiltøkunum í ES, tá Danmark samstundis heldur uppá, at lond eiga at halda tær kvotur, teimum eru tillutaðar.
Hvat fer Danmark at gera?
Karen Hækkerup er eisini biðin um at upplýsa fyri Føroyanevndini og øllum øðrum, hvat Danmark ætlar at gera hetta til 1. september fyri at sleppa undan, at Danmark boykottar sínar egnu ríkisborgarar, og um Danmark fer at geva føroyskum fiskimonnum endurgjald, teimum, sum missa pengar av boykottinum.
Fólkatingið sendir beinleiðis frá samráðnum í Føroyanevndini frá klokkan 12 føroyska tíð. Beinleiðis sendingin sæst her: Åbent samråd i Færøudvalget (letur upp í nýggjum kaga)