- Tíðindi, mentan og ítróttur
Damanaki: Hetta var einasti møguleiki
- Føroyingar kundu havt steðgað ikki burðardyggu fiskiveiðuni, men hava valt at lata vera. Nú er greitt fyri øllum, at ES er sinnað at brúka øll tey amboð, sum eru til taks at verja fiskastovnarnar, sigur Maria Damanaki.
ES-boykottið fevnir um allan innflutning av føroyskari sild og makreli til ES. Eisini fevnir boykottið um allar vørur, sum innihalda ella eru framleiddar úr sild ella makreli.
Stongdar ES-havnir
ES havnir verða stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, sum royna eftir sild og makreli, men eisini fyri farmaskipum, ið hava sild og makrel sum farm. Føroysk fiskiskip sleppa bara at leggja at í eini ES-havn í neyðstøðu.
ES-boykottið kemur í gildi sjey dagar eftir at samtyktin er lýst í kunngerðarblaðnum hjá samveldinum. Tað verður væntandi gjørt í morgin, og verða tiltøkini tískil galdandi frá mikudegnum í næstu viku.